– Vit skulu taka hesa avgerðina til eftirtektar og hoyra allar partar í málinum. Tað er ikki gjørt, og tað skulu vit gera. Tað er eisini tað, sum vit hava sett okkum fyri í nýggju samgonguni, sigur Elsa Berg, borgarstjóri í Havn.
Tað er Kærustovnurin, sum hevur tikið støðu til eina kæru í málinum um nýggju kirkjuna á Argjum. Eftir at býráðið gav endaligt byggiloyvi 29. februar, er málið kært til Kærunevndina, tí at grannar ikki eru partshoyrdir.
– Grannar fáa nú høvi at gera viðmerkingar og senda tær til kommununa, sum síðani skal viðgera tær. Støða er ikki tikin til neyvt, hvør skal hoyrast, og um tað skulu vera fleiri enn nærmastu grannar, sigur Elsa Berg.
Elsa Berg hevur alla tíðina verið ímóti staðsetingini av kirkjuni við Sandá. Vit spyrja hana, um hon tí fer at royna at finna aðra staðseting til kirkjuna.
– Eg havi havt mína greiðu støðu alla tíðina. Og eg hevði farið í dialog við partarnar, bæði kirkjuráð og áhugabólkin, um hetta hetta var niðurstøðin hjá Kærunevndini ella ikki. Men hetta hetta gevur høvi at viðgera málið av nýggjum, sigur borgarstjórin.
Hon vísir á, at talan er um eitt fyrisitingarligt mál, og at hon sum borgarstjóri skal tryggja, at alt fer fram á virðiligan hátta fyri báðar partar í málinum.
Síðani endaligt byggiloyvi varð givið, hevur kirkjuráðið á Argjum gjørt sáttmála við byggifelagið Kanjon, sum skuldi seta spakan í um fýra vikur. Væntar borgarstjórin, at kommunan nú fær eitt endurgjaldskrav?
– Tað vita vit ikki enn. Vit hava onga tíðarlinju, hvussu langa tíð hetta fer at taka. Vit hava bara fingið at vita, at vit skulu viðgera hetta av nýggjum, og tað gera vit sjálvandi á rættan hátt, sigur Elsa Berg.
Hon sigur, at hetta kanska ein mánað hjá borgarunum at verða hoyrdir, so skal tað viðgerast fyrisitingarliga, viðmerkingarnar skulu viðgerast, og eru tær av slíkum týdningi, at tað er orsøk til at gera broytingar, so finna vit út av tí til ta tíð, sigur Elsa Berg.
Spurd um nýggi meirilutin í býráðnum hevur gjørt nakra avtalu um hetta sigur hon, at tey eru samd um, at hon skuldi fara í dialog við báðar partar, kirkjuráðið og áhugabólkin.
– Og meira enn tað kundi eg so ikki gjørt, um eg so vildi tað, sigur hon, tí málið var komið so mikið langt.
Borgarstjórin vísir á, at tað sum býráðið hevur fingið at vita er, at tað snýr seg um hoyringar í sambandi við viðgerðina av byggiloyvinum, og tað kunnu tey altíð gera betur.
– Men annars tekur Kærunevndin ikki støðu til byggiloyvi og byggisamtykt, tað verður sagt at vera í lagi, og tí er tað at eg siga, at dialogurin hevur so nógv at siga í hesum. Um treytirnar eru uppfylgdar at geva loyvi, so má tað viðgerast á ein fyrsitingarliga rættan hátt, sigur hon.
Málið skal fyri býráðið aftur, eftir at tað ver viðgjørt fyrisitingarliga í umsitingini og hevur verið í byggi- og býarskipanarnevndini. Tá liggur so eitt tilmæli klárt, sum býráðið skal taka støðu til, vísir Elsa Berg, borgarstjóri á.