Adventistaskúlin og Adventistakirkjan í Havn eru nú lýst til sølu.
Í lýsing í Sosialinum um vikuskiftið verða “Adventistaskúlin” við tilhoyrandi bygningum lýstur til sølu – um nóg høgt boð fæst. Møguleiki er eisini fyri at lata »Adventistakirkjuna« innganga í eitt møguligt keyp, stendur í lýsingini.
Talan er um ognina, sum er eitt jarðarstykki, matr. nr. 1056h, til støddar 2.809 fermetrar, við tveimum ástandandi bygningum frá ávikavist 1966 og 2007. Bygningarnir, ið eru ávíkavist uml. 435 og uml. 261,5 fermetrar til støddar og í ávíkavist tveimum og einari hædd, eru brúktir til ávíkavist skúlavirksemi og barnagarðsvirksemi.
Ognin »Adventistakirkjan« er eitt jarðarstykki, matr. nr. 1056k, til støddar 1088 fermetrar við ástandandi bygningi frá 1978 í trimum hæddum. Bygningurin, sum hevur verið nýttur sum fríkirkja, er uml. 504 fermetrar til støddar. Tekjan er skift um aldarskiftið.