Hondbóltur
Makedonia, sum eisini er partur av gamla jugoslaviska hondbóltsskúlanum, eins og Serbia og Kroatia, hevur gjørt stór framstig seinastu árini, og hava teir sett síni fingramerki á hetta HM-endaspælið.
Høvuðsímyndin av makedonska landsliðinum, hevur verið stórskjúttin, Kiril Lazarov. Í gjár setti Lazarov HM-met, tá hann kom uppá 92 mál í hesum HM-endaspælinum. Eingin annar spælari hevur nakrantíð í HM-søguni skorað so nógv mál í einum HM-endaspælið
Í gjár vann Makedonia 32-31 ímóti Suðurkorea í dystinum um 11. plássið. Gamla metið átti suðurkoreanski stórskjúttin Kjung-Shin Yoon. Tá HM-endaspælið varð í Íslandi í 1995, skeyt Kjung-Shin Yoon 86 mál í tí kappingini. Suðurkoreanska heimsmetið helt í 14 ár, men varð tikið í einum dysti, har Suðurkorea var annað liðið inni á vøllinum. Annars vunnu Svøríki og Noreg dystirnar um ávikavist 7. plássið og 9. plássið. Norðurlond eiga sostatt 3 av teimum 9 bestu hondbóltstjóðunum í Heiminum.
Úrslitini í dag :
5. plássið Týskland – Ungarn 28-25
7. plássið Svøríki – Serbia 37-29
9. plássið Noreg – Slovakia 34-27
11. plássið Makedonia-Suðurkorea 32-31