Nógv bendi á, at tann lutfalsliga ókendi guvernørurin Nestor Kirchner fer at vinna forsetavalið í Argentina tann 18. mai.
Tann seinasta veljarakanningin sigur, at Kirchner fer at fáa 65,3 prosent av atkvøðunum, meðan hitt valevnið, fyrrverandi forsetin Carlos menem, bert fær 26,1 prosent. Í fyrra valumfarinum fekk Menem 24 prosent og Kirchner 22.
Men nógvir argentinar vilja ikki hava Carlos Menem aftur í forsetaembætið. Tey vilja vera við, at hann var upphavsmaðurin til tær nógvu fíggjargølurnar, sum skakaðu Argentina í árunum frá 1989 til 1999, og at hann tískil eisini hevur skyldina av teirri sera vánaligu búskaparstøðuni í landinum. Kreppan hevur havt við sær, at arbeiðsloysið er um 25 prosent, samstundis sum umleið 60 prosent av fólkinum liva á ella undir fátækramarkinum.