Skeið
Náttúruvísindadeildin á Fróðskaparsetrinum hevur sent alivinnuni innbjóðing um at luttaka í skeiði um aling, sum verður á Náttúruvísindadeildini í heyst.
Skeiðið, sum er partur av lívfrøðisútbúgvingini á Setrinum, gevur eina grundleggjandi vitan um aling og tær fyritreytir, ið skulu vera til steðar fyri at fáa sum mest burtur úr hesi vinnu.
Evnini, sum verða gjøgnumgingin, eru grundleggjandi um alifisk og umhvørvi, smoltframleiðslu og framleiðslu av vaksnum fiski, kynbótararbeiði, sjúka og at enda um hvørja ávirkan streymviðurskifti hava á alingina.
Skeiðið verður skipað sum 2x20 fyrilestrartímar yvir tvær vikur. Hørður Wardum fer at taka sær av partinum um aling av laksi og toski og um kynbótararbeiði. Jóhanna Olsen frá umhvørvisdeildini á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni tekur sær av umhvørvispartinum, og Peter Østergaard, fiskadjóralækni á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni fer at undirvísa um fiskasjúkur. Peter fer eisini saman við Knud Simonsen frá Náttúruvísindadeildini at greiða frá um spjaðingina av fiskasjúkum.
Seinasta evnið á skránni verður um alingútgerð í Føroyum. Hesum partinum fara Knud Simonsen og Øystein Patursson at taka sær av.