Fríggjadagin fekk Gunvør Ehlers brævið, hon hevur bíðað eftir. Í tí stóð, at bygdaráðið í Sørvági játtaði hennara umsókn um kiosk í Gásadali.
Hon hevur leingi havt ætlanir um at lata upp kiosk, og hevur bara bíðað eftir at fáa tey neyðugu loyvini.
Hon er búsett í Sørvági, men hevur altíð verið nógv í Gásadali.
Eg trívist sera væl her uppi og eri ofta her, sigur Gunvør.
Hon arbeiðir í Heima-bakarínum í Sørvági, og tað verða vørur higani, sum hon ætlar at selja í kioskini.
Opið í vikuskiftinum
Gunvør ætlar sær bara at hava opið í vikuskiftinum í summarhálvuni, tá flest ferðafólk eru í fartinum.
Hon gjørdi eina roynd fyrr í vár og stóð við eitt borð í Gásadali og seldi bakstur og kaffi eftir tveir tímar var alt útselt.
Í loyvinum frá bygda-ráðnum stendur, at bygningurin skal verða hampiligur á at líta. Til hetta hevur Gunvør sett seg í samband við Havnar Timburhandil at smíða sær kioskina.
Tað verður eitt einkult, lítið hús, sigur Gunvør. Kommunan skal avgera, hvar kioskin skal standa, men Gunvør vónar, at tað verður við endan av parkeringsøkinum, har nógv fólk er.
Prísirnir verða hampuligir 10 krónur fyri ein kopp av kaffi og 5 krónur fyri saft og mjølk.
Fult av bilum
Sunnudagin, tá Sosialurin var í Gásadali, var ein støðugur streymur av bilum gjøgnum tunnilin. Eini 20-30 bilar vóru parkeraðir í Gásadali hendan dag.
Mitt í bygdini sótu nøkur gásadalsfólk saman við vinfólkum og fingu sær ein drekkamunn uttanfyri.
Vit halda at hetta er eitt gott hugskot við einari kiosk í Gásadali, siga tey samd.