Seinasta mánaða vóru tað 34 ár liðin síðani, at Martha Hansen lat eina lítla kiosk upp á Jónas Broncksgøtu.
? Tá eg byrjaði, hevði eg bara eina lítla biks. Tað var tá ikki í mínum tonkum, at hetta fór at vera mítt lívsverk. Men tað gekk væl, og so við og við bleiv kioskin størri, sum vit tóku fleiri rúm uppí, greiðir Martha frá. ? Nú fyllir kioskin allan kjallaran sum hann er. Í byrjanini tók hon bara eitt lítið horn, sigur hon.
Hon sigur, at tað er eitt stórt arbeiði at hava eina slíka kiosk. Í 34 ár hevur hon altíð verið standby, ið so fall, at okkurt skuldi stungið seg upp í Activ.
? Tey seinastu 34 árini havi eg sjálv latið kioskina upp um morgunin og stongt hana aftur um kvøldið, at kalla hvønn dag. Men tey seinastu árini havi eg fingið góða hjálp frá dóttrini, sum eisini hevur rikið kioskina seinastu tíðina, og frá góðum arbeiðsfólki, sigur Martha og staðfestir, at tað er eitt sera bindandi arbeiði at dríva eina kiosk.
Tað má passast væl, sigur hon
Hugna sær
Hóast hon hevur arbeitt har hvønn dag í 34 ár, er Martha ikki bangin fyri at gevast.
? Øll spyrja meg hvat eg so skal gera. Men eg skal nokk finna upp á okkurt, tað er jú so nógv ymiskt man kann. Fyrst og fremst fari eg at slappa av og hugna mær. Einaferð er man noyddur at gevast, og nú hvørki tími ella orki eg at arbeiða meir. Man veit ikki hvussu langt man hevur eftir, og eg ætli mær at taka tað róligt, meðan eg enn kann, staðfestir Martha við einum smíli.
Hon sigur, at hon ongantíð áður hevur hugsað um at selja Kiosk Activ, hóast tað hevur verið tungt av og á.
Upprunaliga var ætlanin heldur ikki at selja kioskina nú. Martha ætlaði bert at taka seg aftur.
? Men eg veit ikki, nú bleiv tað bara soleiðis, og eg rokni heilt bestemt við, at nýggi eigarin fer at fara væl við henni, sigur hon, og leggur síðani afturat ? Men tá eg fari at koma inn her í framtíðnini, rokni eg næstan við, at eg fari at biðja arbeiðsfólkið gera ymsikt, sum eg síggi, treingir til at gerast. Tað fer at vera ringt at koma inn sum vanligur kundi, uttan at hugsa um hvat skal gerast, sigur hon.
Alt í alt sigur Martha tó, at hon gleðir seg til at gevast við at arbeiða.
Sjálvandi er tað eisini eitt sindur trist, serliga hesa tíðina, nú beint uppundir jólini. Men tað vísir seg, at fleiri av teimum gomlu handilseigarunum gevast nú. Seinastu tíðina eru nógvir handlar antin stongdir ella seldir. Og tað er eisini tíð uppá hjá mær at gevast nú, staðfestir Martha.
Hon sigur, at handilsverðin er harðnað, síðani hon byrjaði við síni lítlu kiosk. Prísirnir verða allatíðina skrúvaðir niðureftir, og tað ger sjálvsagt, at tað verður minni og minni eftir.
? Eg havi klárað meg, tí eg havi havt ein sera trúgvan kundaskara, sum eg virkuliga má takka fyri øll hesi árini. Og eg má biðja kundarnar um at taka væl ímóti nýggja eigaranum, sigur Martha at enda.










