Vøksturin í kinverska búskapinum hevur verið ovurhonds stórur seinasta árið, men nú roknað granskarar við, at hesin spakuliga fer at falla. Ein bólkur av kinverskum granskarum sigur, at búskaparvøksturin helst fer at liggja um 9,25% fram til 2010. Seinasta árið hevur vøksturin verið 10,5%.