Harra Xie Hangsheng, kinverski sendharrin í Danmark, við fylgi hevur í dag hitt Anniku Olsen, landstýriskvinnu.
Annika Olsen kunnaði sendiharran um útlendingalóggávuna í Føroyum og um útlendingamál yvirhøvur. Somuleiðis varð nomið við føroyska integratiónspolitikkin, sum verður orðaður í løtuni. Hetta fer at betra um integratiónina av útlendingum í Føroyum.
Sendiharrin var sera áhugaður og spurdi eisini, hvørjar møguleikar útlendingar hava at gera íløgur í Føroyum, og hvussu møguleikarnir eru at byrja útlendskt virksemi í Føroyum. Eisini var hann áhugaður í at fáa at vita, um tað var lættari at fáa uppihaldsloyvi, um útlendingur ger eina størri íløgu í Føroyum.
Harumframt kunnaði Annika Olsen eisini um orku og veðurlagspolitikkin í Føroyum.