Kinverski sendiharrin í Danmark, harra Li Ruiyu, hevur í dag verið á vitjan hjá Kára P. Højgaard, landsstýrismanni í innlendismálum.
Tað boðar Innlendismálaráðið frá.
Landsstýrismaðurin kunnaði harra Li Ruiyu um føroysku útlendingalóggávuna og um ætlanina at bjóða Skálafjarðartunnilin privat út í heyst.
Kinverski sendiharrin var ógvuliga hugtikin av Føroyum og vónaði, at ferðafólk úr Kina kundu fáa møguleika at uppliva hetta vakra landið. Eisini vónaði hann, at meira samstarv fór at vera millum londini bæði.










