200 milliónir fólk sóu kinverku útgávuna av kendu bilsjónvarpssendingini, har vertirnir koyrdu um kapp í tanksum gjøgnum Ongland.
Teir tríggir vælumtóktu vertirnir, Jeremy Clarkson, James May og Richard Hammond eru ikki longur partur av Top Gear. Og nú er staðfest, at tað ber væl til at framleiða vælumtóktu sendingina uttan teir tríggjar.
Tað prógvar ein partur av kinversku útgávuni av bilsendingini, sum fleiri enn 200 milliónir fólk hugdu eftir, skrivar The Guardian.
Tað var annars fyrr í ár, at Jeremy Clarkson varð koyrdur frá vegna samstarvstrupulleikar, og hinir báðir fylgdu honum.
Hyggjaratalið er met fyri kinversku útgávuna av Top Gear, sum er farið undir aðru røðina. Í metsendingini kappaðust vertirnir, sum eru ein teivanskur sangari og sjónleikari, ein kendur sjónvarpsvertur og ein toppstjóri í einum kinverkum internetfelag ímóti hvørjum øðrum í kappkoyring tvørtur um Ongland í ymsum akførum, millum annað tanksum. Vinningurin var eitt atgongumerki til Premier League-dystin millum Manchester United og Everton.
Sjónvarpssendingin hevur nógvar fylgjarar umvegis kinverkar stroymingartænastur. 11 milliónir kinesarar hugdu í vanligum flow-sjónvarpi, meðan restin av hyggjarunum hugdu umvegis ymsu stroymingartænasturnar á internetinum. Í BBC, sum eigur Top Gear konseptið, siga tey, at hetta er prógv fyri, at hugskotið handan bilsendingina er haldbært uttan teir tríggjar ikonisku vertirnar, Clarkson, May og Hammond.
– Viðburðurin hjá Top Gear í Kina vísir enn einaferð serligu atdráttarmegina, sum heimsins besta motor-undirhaldssending hevur. Tað er eisini prógv um, at væleydnaða samstarvið millum okkara bretsku framleiðarar og kinverku starvsfelagarnar, sum hava endurskapt eina bretska sending fyri nýggjar hyggjarar, sigur Paul Dempsey, sum er stjóri fyri altjóða marknaðir hjá BBC Worldwide.
Top Gear-konseptið gevur sambært The Guardian BBC nógvar pengar – 532 milliónir krónur um árið.
Best umtókta sendingin í Kina er annars ein lokal útgáva av undirhaldssendingini »China's got talent«, sum fleiri enn 400 milliónir hyggjar síggja hvørja ferð.