Mánalendingin stóð sum vera man á breddanum hjá fjølmiðlum kring allan heim.
Eisini í Sosialinum varð nógv gjørt burturúr, og í tann 23. juli í 1969 var mánalendingin ovasta søgan á forsíðuni.
Millum annað verður skrivað í blaðnum, sum altso var á gøtuni tveir dagar eftir sjálva lendingina, at kinverjar framvegis ikki vistu, hvat var hent. Hetta tí kinverska stjórnin hevði sett forboð ímóti at varpa amerikonsku propaganduna út. Russiska sjónvarpið sendi hinvegin myndir frá hendingini.









