Bjarti Mohr hevur selt einum felagi í Kina tann umstrídda trolaran Topaz. Topaz varð strikaður úr føroysku skipaskrásetingini í síðstu viku, og sambært Dimmalætting hava kinverjar goldið 67 milliónir krónur fyri skipið.
Tað er væl minni, enn reiðarin, Bjarti Mohr, fyrr hevur sagt seg vænta at fáa fyri skipið.
Topaz kom í brennidepilin, tá fjølmiðlarnir fóru at viðgera umstøðurnar hjá teimum, sum mannaðu skipið, meðan tað lám við bryggju í Las Palmas. Tað vísti seg, at manningin fekk ikki løn, og at tað var so sum so við proviantinum.
Topaz-verkætlanin hevur kostað Lív 11 milliónir krónur, og stjórin, Tummas Eliasen, segði við sjónvarpið hjá Kringvarpinum í kvøld, at tey vænta at missa pengarnar.