Stóra tíðindastovan, Xinhua, sum kinverski staturin eigur, hevur eftir øllum at døma havt síni fólk á sjómannadegnum. Á heimasíðuni hjá tíðindastovuni er stór myndafrásøgn frá Sjómannadegnum, og tað tykist, sum er áhugin fyri at síggja myndirnar rættiliga stórur. Í øllum førum er myndafrásøgnum úr Klaksvík millum tær, ið rulla eftir bannaranum við tí, sum er mest vitjað á kinversku síðuni. Myndafrásøgnin – við enskum teksti - sæst her: http://news.xinhuanet.com/english/photo/2013-08/18/c_132641131.htm










