Kinverjar eru vrakaðir

Ríkispolitiið góðkennir ikki kinverska fjarskiftisveitaran Huawei, tí tað er ein vandi fyri trygdina. Ericsson eru valdir ístaðin

Í skrivi, sum Ríkispolitiið hevur almannakunngjørt, stendur, at Føroya Tele ikki sleppur at brúka Huawei sum veitara til nýggja netið hjá løgregluni í Føroyum.

Í almenna skrivinum stendur: "Efter optagelse på USA's Entity List kan Huawei ikke længere levere de krævede licenser, hvorfor Føroya Tele er nødt til at skifte underleverandør for at kunne opfylde kontrakten."

Aðrastaðni í skrivinum stendur:

”Efter udløb af tilbudsfristen havde Rigspolitiet kun modtaget ét konditionsmæssigt tilbud. Dette tilbud var fra Føroya Tele. Kontrakt blev tildelt til Færoya Tele med Huawei som underleverandør.

Efter optagelse på USA's Entity List kan Huawei ikke længere levere de krævede licenser, hvorfor Færoya Tele er nødt til at skifte underleverandør for at kunne opfylde kontrakten.”

Tað var annars á vári í fjør, at Føroya Tele kunngjørdi, at felagið hevði vunnið útboðið at veita eina nýggja samskiftistænastu til politiið í Føroyum. Veitari av fjarskiftistøknini til politinetið skuldi vera Huawei. 

Men nú er trygdin í vanda, og kinverski fjarskiftisrisin er vrakaður.

Orsøkin er sum sagt, at Huawei er endað á amerikanska Entity-listanum. Hetta er ein listi yvir persónar, feløg, stovnar og virki, sum skulu veita serligar váttanir til amerikansku ríkisstjórnina, fyri at útflyta ella flyta vørur og tænastur. 

##med2##

Tað hevur Huawei, sambært skrivinum frá Ríkispolitinum, ikki megnað. Sostatt kann Ríkispolitiið heldur ikki brúka kinesiska fjarskifitisrisan sum veitara. 

Michael Boolsen, fúti, váttar fyri Kringvarpinum, at Huawei er vrakað sum veitari til politinetið, og at tað er orsakað av vandanum fyri trygdini. 

Eftir ætlan skal nýggja politinetið takast í brúk í ár. Nýggjur veitari til politinetið í Føroyum er svenska felagið Ericsson. 

Tilboðið hjá Føroya Tele at byggja nýggja politinetið var 3,5 milliónir krónur. 

Sí almenna skrivið frá Ríkispolitinum her