Newcastle hevur valt at binda um heilan fingur, og hava teir sett tann 62 ára gamla, Joe Kinnear í fast starv, sum venjara hjá felagnum fyri alt kappingarárið 2008-2009.
Joe Kinnear hevur annars havt eina fyribilsavtalu við Newcastle síðstu mánaðarnir, har hann hevur verið starvssettur fyri ein mánað í senn. Henda fyribils skipanin byrjaði, tá Kevin Keagan valdi at gevast í norðurenska felagnum í september í ár.
- Vit standa frammanfyri einari stórari avbjóðing tað, sum eftir er av kappingarárinum. Men eg eri vísur í, at vit fara at gera stór framstig. Sigur Joe Kinnear við enskar fjølmiðlar.
Joe Kinnear, sum er íri gjørdist kendur í Onglandi, tá hann vandi Wimbledon, árini 1992-1999, tá ?The Crazy Gang? vóru í Premier League.










