Kinna Poulsen hevur verið á Norðurbryggjuni, og hevur fest ummæli á blað:
Framsýningin við spekulativa heitinum, EVNI TIL UMHUGSANAR/STOF TIL EFTERTANKE við verkum hjá føroysku Aldu Mohr Eyðunardóttir og Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard umframt íslendsku Ýrúrari læt upp á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn 23.september. Framsýningarhølini á Norðurbryggjuni eru á tveimum hæddum og meðan verkini hjá teimum báðum føroysku listakvinnunum eru framsýnd í neðra, sæst íslendska nýnýtsluverkætlanin uppiá. So stórur munur er millum teir báðir framsýningarpartarnar, at eg at byrja við helt tað vera tvær ymiskar framsýningar við ávikavist íslendskum og føroyskum tekstilverkum. Nú eg siti í Havn og skrivi, kemur mær til hugs, at eg havi upplivað ikki færri enn tríggjar framsýningar á Norðurbryggjuni við trimum sera ymiskum luttakarum, skrivar Kinna Poulsen.
Viðari sigur hon millum annað:
Tað er altíð áhugavert at vitja Norðurbryggjuna í Keypmannahavn, ið er eitt av týdningarmestu framsýningarstøðum og sýnisgluggum hjá føroyskari list uttan fyri Føroyar – ikki minst síðan súkklu- og gangibrúgvin læt upp millum Nyhavn og Norðurbryggjuna í 2016 hevur tað ligið væl fyri at spáka yvirum at fregnast hvat verður sýnt fram har.
Ikki er torført at finna út av hvar í húsinum, íslendingurin heldur til - tað sæst og hoyrist á øllum brøgdum á mælsku framsýningini hjá Ýr Jóhannsdóttir/Ýrúari, sum ger róp í og er stórbýarkend og humoristisk. Tað er ivaleyst at strekkja tulkingina eitt vet, men eg hugsi javnan um politikk, tá eg síggi íslendska list, at mann onkursvegna sær á henni, at Ísland mátti gerast sjálvstøðug tjóð. Tey hava ikki skuggan av okkara ósemjurædda varsemi, sum kanska fer at enda við, at Danmark loysir frá Føroyum áðrenn vit koma so langt (um ikki Sambandsflokkurin fixar tað áðrenn).
Alt ummælið kann lesast á www.listaportal.com