Kinn Magnussen givin á Dómaraskrivstovuni

Mikudagin 29. august var almenn móttøka á Dómaraskrivstovuni í Havn í

sambandi við, at Kinn Magnussen skrivstovuleiðari, fór úr starvi. Har vóru

starvsfelagar, vinir og familja. Henrik Møller, sorinskrivari, helt eisini

eina talu í sambandi við hennara seinasta starvsdag.

Kinn arbeiddi næstan 35 ár á Dómaraskrivstovuni. Hon byrjaði í 1963 sum

avloysari, og fyrst í 70-unum varð hon sett í fast starv. Dómarin er fastur

formaður í ymiskum ráðum sum t.d. Vanlukkutryggingarráðnum, og tey fyrstu

árini var arbeiði hjá Kinn fyri tað mesta í hesum sambandi.


Hon hevur arbeitt undir fleiri ymiskum dómarum. Tann fyrsti var E.A. Bjørk,

Oppermann, Joen H. Andreasen, Jørgen B.Petersen, Majken Johansen og Jens

Schultz- Hansen. Í dag eru tveir dómarar: Henrik Møller og Niels

Toft-Vandborg.


Seinnu árini var Kinn leiðari á Dómaraskrivstovuni, har eini 25 fólk eru í

starvi.


Kinn er gift Bjarna Magnussen, maskinmeistara, úr Kvívík. Tey eiga børnini:

Suni, Tummas, Bjarni og Marjun, sum øll búgva í høvuðsstaðnum. Barnabørnini

eru 11 í tali.


Hóast Kinn er givin við sínum vanliga arbeiði, sigur hon, at hon hevur

fleiri frítíðarítriv og nokk at takast við.


mg