Kinkur komin í KÍ

Eftir at nýggi venjarin tóktist hava vent gongdini, er KÍ aftur nú uppsteðgað. GÍ hevur hinvegin fingið veruliga ferð á

Fótbóltur

Tað var GÍ, sum tók alt við sær aftur um Leirvíksfjørð, tá teir sunnudagin vitjaðu í Klaksvík.
Í mun til so nógvar aðrar ferðir, so mundi KÍ hesaferð vera greiður favorittur undan dystinum. Ikki minst, tí gøtumenn máttu vera týðandi spælarar fyriuttan.
Men hendan veruleikan løgdu gestirnir kortini ikki so nógv í. GÍ so vant, so arbeiddu menninir hart frá fyrsta bríksli, og tað var sera sjáldan, at KÍ megnaði at spæla seg fram til nakrar veruligar møguleikar.
Og tað eydnaðist eisini GÍ, at leggja seg á odda, tá toppskjúttin í føroyskum fótbólti enn einaferð vísti, at hann er mest sum lívshættisligur framman fyri mótstøðumálið. Hóast vinkulin var nakað spískur, so langaði Súni Olsen til, og knallhart smoygdi bólturin sær undir Kartin Joensen í KÍ-málinum.
KÍ royndi at trýsta, og tað eydnaðist teimum eisini at javna, tá Hjalgrím Elttør var fyrstur á returbólti frá Heðini á Lakjuni, men framvegis tóktist gøtumenn vera omaná. Ikki minst sárliga tóktust teir hava tann eyka partin av sjálvsálitið, sum ofta kann verða avgerandi.
Og stutt eftir steðgin fingu teir eisini løn fyri áhaldandi stríðið. Símun Louis Jacobsen stóð brádliga púra blankur í brotsteiginum, og hann takkaði fyri.

Lagnudystur mikukvøldið
Við dystinum fekk KÍ staðfest, at eitt venjaraskifti í sær sjálvum ikki er nóg mikið, um ein tung ítróttarlig gongd skal vendast.
Fyrst og fremst, so eru og verða tað spælararnir á vøllinum, sum skulu draga tyngsta lessið, og tann parturin tykist í løtuni at halda hjá KÍ. Eftir at spæligleðin veruliga var um at koma aftur fyrstu dystirnar, sum Oddbjørn Joensen helt um stýrisvølin, tykist talan nú aftur at verða um fastlæst.
Sjálvandi er talan um langa kapping, og sjálvandi kann KÍ enn vinna seg nakað væl longur upp á talvuna. Men tað fer altso at krevja nakrar sigrar skjótt. Longu mikudagin verður talan um útidyst á Skála, og tann dysturin kann í nógvar mátar vísa seg sera avgerandi fyri, hvar KÍ skal medda, tað sum eftir er av árinum.