Danskir rocktónleikarar, sum millum annað hevur spælt fyri hermonnum í Afghanistan og Kosovo, undirhalda í Klaksvík og Havn um vikuskiftið Teir fýra tónleikararnir í Kings Of Rock spæla klassiskan rocktónleik hjá eitt nú AC/DC, Guns N Roses, U2, Aerosmith og líknandi bólkum.
Tríggir av tónleikarunum vóru við í Decco Band, sum plagdi at spæla í Havn, men nú hava teir mannað bólk saman við nýggjum sangara.
Tónleikararnir í Kings Of Rock hava spælt saman meira enn túsund ferðir gjøgnum árini. Teir hava spælt nógv í Danmark, men hava eisnii spælt fyri hermonnum í eitt nú Irak, Afghanistan og Kosovo.
Kings of Rock spæla í Club 700 í Klaksvík í kvøld og Rex í Havn leygarkvøldið.