Í kvøld verður dansur í Rex við bókinum Kings of Rock, sum mangan áður hava vitjað í Føroyum. Vandi var fyri, at teir ikki náddu tiltakið vegna vánalig floglíkindi, men nú eru teir lendir.
Rúni Djurhuus, eigari av Rex sigur, at teir fyri løtu síðani lendi í Vàgunum, og tí verður dansur alt vikuskiftið, eins og ætlað.
Kings of Rock hava vitjað í Rex fleiri ferðir seinastu árini, og hava teir verið rættilig væl umtóktir hvørja ferð.
Teir spæla alt frá AC/DC til Britney Spears, og spæla nýggjan og gamlan kendan tónleik.
Í kvøld spæla teir í Rex, og tá verður tað fyri teimum yngru.
Tað er nevniliga soleiðis, at Rex í kvøld hevur 18 ára aldursmark og tað er ókeypis atgongd. Hetta er fyrstu ferð, at Rex letur dyrnar upp fyri tey yngri enn 21 ár.
Leygarkvøldið spælir bólkurin aftur í Rex, og tá verður tað sum vant 21 ára aldursmark.