Kings of Leon á Roskilde

Roskilde Festivalurin latið sínum gestum eina jólagávu tíðliga í ár. Í dag hava fyrireikararnir nevniliga kunngjørt, at heimskendi rockbólkurin úr Tennessee, Kings of Leon, spælir á festivalinum í summar.

 

Í 2008 høvdu Kings of Leon eina minniliga konsert á appilsinlitta pallinum á Roskilde Festivalinum. Í fjør spældu Kings of Leon í Forum í Keypmannahavn, og í aftur í 2011 koma teir á vitjan í Danmark.

 

Kings of Leon er næsti bólkurin, Roskilde Festivalurin kunnger. Hin bólkurin, sum longu er avdúkaður, er Iron Maiden. Um eina viku kemur triðja avdúkingin hjá Roskilde Festivalinum, men longu í dag kanst tú keypa atgongumerki til festivalin, sum verður frá døgunum 30. juni til 3. juli 2011. Upphitingin byrjar longu 26. juni og tjaldingarøki letur upp 25. juni klokkan 18.00.