Kingokórið heiðrað

Ársins mentanaravrik í Sunda kommunu er latið sangbólkinum úr Tjørnuvík

Mentanarvikan í Sunda kommunu var sett í Eydnuni á Oyrarbakka í gjárkvøldið við røðum, tónleiki, sjónleiki, framløgu og felagssangi.

 

Eisini var virðislønin Ársins mentanaravrik latin og hevði mentanarnevndin í býráðnum avrátt, at Kingo-bólkinum skuldi hava henda heiður.

 

Kingo-bólkurin er rættiliga virkin. Hann hevur havt eina ørgrynnu av framførslum kring Føroyar, og hevur eisini í trimum umførum vitjað í heimlandinum hjá Thomas Kingo (1634-1703), har tey hava verið ógvuliga væl móttikin.

 

Kingo-bólkurin sang í samband við setanina í Eydnuni í gjár, so tað kom ógvuliga óvart á tey, tá forkvinnan í mentanarnevndini, Thordis Dahl Hansen, brádliga trein á pallin og kunngjørdi, at Ársins mentanaravrik skuldi latast júst Kingo-bólkinum.

 

Hetta millum annað fyri, at tey í trúfesti móti siðaarvinum hava varðveitt henda aldargamla mentanarliga dýrgrip.

 

Umframt sjálvan heiðurin og heiðursbrævið, fekk bólkurin eisini eitt listaverk úr glasi, sum Mikkalina Norðberg hevur gjørt til høvið.