Tað kemur javnan fyri, at Kingo-bólkurin í Tjørnuvík savnast til eina framførslu, tá gestir vitja og ynskja at hoyra aldargamla sálmasangin, ið framvegis livir sítt fríska lív millum bygdafólkið. Eitt slíkt høvi var týskvøldið í farnu viku, tá ein hópur við sera áhugaðum fólki frá jútska býnum Mariager sessaðust í kirkjuni í Tjørnuvík (myndin) at lýða á Kingo-sálmar - Kingo-bólkurin hevur stórt rós uppiborið fyri sítt ídni og trúfesti mótvegis tí mentanarliga dýrgripi, ið mæta skaldið Thomas Kingo skapti longu í 1600-talinum og sum er vorðin ein felags ogn, so hvørt sum øldirnar eru gingnar, skrivar heimasíðan hjá Sunda kommunu. Aftaná vóru gestirnir bodnir til ein góðan drekkamunn í bygdarhúsinum, har prátið gekk um Føroyar og Kingo. Tað var eyðsæð, at her vitjaðu fólk, sum høvdu lisið uppá heimanífrá. - Slíkar løtur prógva, at mentanararvurin fer ikki fyri bakka, uttan at vit sjálvi lata hann fara, verður sagt.