Kingo og Hans Pauli í Gøtu

Á fimta Tróndardegi er aftur nógv á skránni í Gøtu Í kvøld verður forkunnug konsert í gomlu kirkju klokkan 20 við kingosangarum úr Tjørnuvík og Kára Sverrisyni.

Í Losjuni verður filmurin um listarmannin, ið skapti standmyndina, vístur klokkan 19. Listarmaðurin kemur sjálvur á gátt og er fúsur at svara spurningum eftir sýningina.

Eins og hinar dagarnar eru øll søvnini hjá Gøtu fornminnissavni, Blásastova, Hoyggjhúsið og Gjáarneystið, opin eins og framsýningin um Gøtu húsasøgu og myndaframsýningin við myndum úr bókini hjá Sigfríði Joensen um Gøtuskeggjarnar. Øll hesi tiltøkini fara fram í húsunum í gamla býlinginum í Norðragøtu.

Túrarnir av Toftanesi umvegis Bønhústoft í Leirvík og um fjallið til Blásastovu hava verið sera vælumtóktir, og í dag klokkan 17 verður aftur møguleiki at gera túrin. Tað serliga í dag er, at umframt frálíka túrin, kanst tú halda áfram á konsert í gomlu kirkju klokkan 20.