Kingo og Evert Taube í Miðlahúsinum

Petur J. Eliasen og Niels Midjord fara týskvøldið kl 20, at undirhalda í Miðlahúsinum við løgum eftir Kingo og Evert Taube. Petur og Niels eru partar av sangbólkinum Kingomenn, og tiltakið er í sambandi við, at Kingomenn fyri stuttum útgóvu eina eskju við fýra fløgum við kingoløgum.

Føroyski mentanararvurin verður her blandaður við Evert Taube løg, ið serliga í tolkingini hjá Herman Jacobsen hava fingið eitt serpláss í føroysku tilvitskuni.