Ledley King hevur eftir nógv ár við skaðum valt at gevast sum fótbóltsleikari. Verjukempan og liðskiparin hjá Tottenham heldur fram sum umboðsmaður fyri Tottenham.
31 ára gamli Ledley King hevur leingi verið mettur sum ein tann evnaríkasti verjuleikarunum í Onglandi, men skaðar hava gjørt sítt til at hann ongantíð veruliga kom fyri á hvørki enska landsliðnum ella á Tottenham liðnum.
- Tíverri, so hava skaðar steðga mær somikið í at venja og spæla, at eg nú havi valt at gevast við yrkisfótbólti, sigur Ledley King sambært BBC.
Ledley King spældi á fyrsta sinni fyri Tottenhan í 1999 og hevur síðani spælt 264 dystir felagið í landskappingini. Hann megnaði somuleiðis at spæla 21 landsdystir fyri Ongland.









