Toskurin á Føroya Banka er sjáldsamur og serstakur. Hann hevur eina miðalvekt uppá sløk 8 kg, tá hann er trý ára gamal, og er hetta heimsmet fyri vøkstur. Tað eru gjørdar nógvar vísindaligar kanningar av honum, hann er sera protein ríkur og sera vælsmakkandi. Í Spania er Føroya Banka navnið ein “legenda” hjá saltfiskaídnaðinum – Bacalao – og í Onglandi var navnið Faroe Bank eitt gylt navn.
Í sínari tíð hevði Bankin stóran týdning fyri føroyska fiskiskapin og enn minnast fólk, tá týskur kavbátur í 1917 søkti fleiri sluppir á Bankanum. Seinast loyvda veiða á Bankanum var umleið í 2005, tá sløk 6.000 tons vóru veidd. Seinni árini hevur Bankin verið stongdur fyri veiðu, hóast nakað av roynd er framvið kantinum og nakrar snellubátar sleppa um summarið á økið.
Magnus Heinason er tvær ferðir um árið á Bankanum, har hann hevur 29 hál á sama staði á hvørjum ári. Seinast hann var á Bankanum, í September í fjør, fekk hann bert 36 toskar! Vánaligasta úrslitið nakrantíð. At so illa stendur til í løtuni á Bankanum er ein samanrenning av ovurveiðu og ætinum. Í løtuni er sera nogv til av reyðæti, sum makrelur og sild livir av. Eisini er sjóvarhitin kring Føroyar vaksin við einum stigi. Ein slík hækking hevur sera stórar broytingar við sær, sum vit fara at síggja komandi árini.
Í hesum døgum er Magnus Heinason aftur á bankanum, og hevur hann fingið nakað av stórum toski. Havstovan hevur samstarv við Áarstovu, sum aftur komandi vikuskifti fer at borðreiða við hesum forkunnuga toski. Tað skiltst, at sera stórur áhugi er fyri tiltakinum.
Afturvið toskinum verður borðreitt við hvítvíni úr Chablis økinum í Fraklandi. Chablis er gamal havbotnur, og vínstokkarnar standa í dag á gomlum botni líkur honum á Føroya Banka. Samanrenningin av smakki av Grand Cru Chablis víni úr franska havbotninum og toskinum av Føroya Banka, gera Føroya Banka toska kvøldini til eina stóra gastronomiska uppliving. Tað eru nógv sum halda, at Føroya Banki eigur at verða fullkomuliga friðaður og at verða settur á World Heritage listan hjá ST. Toskurin av Føroya Banka verður eisini við at grundfesta altjóða gastro-ferðamannavinnuna í Føroyum.