Stjórnin í Kina hevur gjørt av at bíða við at góðkenna fleiri kjarnorkuverk orsakað av óhappinum við Fukushima-verkinum í Japan. Samstundis hevur stjórnin samtykt at kanna øll verk av nýggjum.
Wen Jiabao, forsætisráðharri, sigur, at trygdin hevur størri týdning enn alt annað, tá tað snýr seg um kjarnorkuverk.
13 kjarnorkureaktorar eru í vinnu í Kina, 27 eru í gerð, og ætlanin er at byggja 110 reaktorar tey næstu fimm árini fyri at nøkta ta støðugt veksandi orkunýtsluna.
Kinesisku myndugleikarnir fylgja væl við kjarnorkuóhappinum í Japan, og tíðindastovurnar skriva, at nógvir kinesarar bera ótta fyri geislavirknum avfalli.









