Kinesiskt herskip strandaði

Viðurskiftini millum Kina og Filipsoyggjarnar eru vorðin spent, eftir at eitt kinesiskt herskip strandaði á einari grynnu nærhendis oynni Palawan, sum hoyrir til Filipsoyggjarnar. Tilburðurin hevur fingið myndugleikarnar í Manila at krevja eina frágreiðing um ferðina hjá skipinum, síðani tað kom í havøkið, sum Filipsoyggjarnar kanna sær.

Ein talsmaður fyri myndugleikarnar í Filipsoyggjunum sigur, at landið hevur bjóðað sær til at hjálpa tí strandaða skipinum. Talsmaðurin sigur, at eitt minst seks onnur kinesisk herskip eru nærhendis skipinum, og at fyribils hevur Kina ikki biðið um hjálp.

Sum skilst fekk eingin av manningini skaða, tá herskipið strandaði á grynnuni.