Teldusníkar, sum arbeiða fyri kinesiskar myndugleikar, hava brotið inn í tann partin av teldukervinum í Hvítu Húsunum, sum hevur við hernaðarmál at gera. Tað vátta myndugleikarnir í Washington fyri fjølmiðlunum.
Embætismenn í Hvítu Húsunum siga, at teldusníkarnir fingu ongar upplýsingar úr teldukervinum hjá forsetanum. Teir siga, at teldusníkar, sum arbeiða fyri kinesiskar myndugleikar, royna alla tíðina at fáa atgongd til teldukervið hjá verjumálaráðnum Pentagon og øðrum ráðstovum, men higartil uttan úrslit.
Tað er eisini komið fram, at kinesiskir teldusníkar hava roynt at útvega sær atgongd til teldukervi hjá almennum stovnum og privatum fyritøkum í Bretlandi.










