Kinesiski múrurin sæst ikki frá mánanum

Tann gamli pástandurin hevur einki við veruleikan at gera Danska blaðið ?Illustreret Videnskab? skrivar, at talan er um ógvuliga seiglívaðar pástandir viðvíkjandi tí kinesiska múrinum.

Tann kendasti pástandurin er, at kinesiski múrurin sæst frá mánanum. Illustreret Videnskab staðfestir, at fjarstøðan millum jørðina og mánan er 400.000 kilometrar. Blaðið gevur eitt dømi um, at skuldi ein kunnað sæð kinesiska múrin frá mánanum, so átti eisini at borið til at sæð eitt einstakt menniskjahár við einari frástøðu uppá tríggjar kilometrar.

Blaðið ger eisini upp við ein aðra søgu um tann kinesiska múrin. Fortalt hevur verið, at allir teir arbeiðsmennirnir, sum doyðu, tá kinesiski múrurin varð bygdur, vóru jarðaðir í múrinum. Eingin fornfrøðiligur útgrevstur stuðlar hesum pástandinum. Byggifrøðingar staðfesta eisini, at konstruksjónin á múrinum hevði verið munandi veikari, um teir deyðu arbeiðsmennirnir høvdu verið jarðaðir í múrinum.

Blaðið undirstrikar tó, at søgan um, at ein miljón vaktarmenn hildu vakt kring allan tann kinesiska múrin í Ming-tíðarskeiðnum (1368-1644) er gott og væl sonn, tí múrurin varð fleiri túsind kilometrar langur.