Kinesiski forsetin, Hu Jintao, fekk eina stórsligna móttøku, tá hann kom til USA í nátt. Flogfarið við forsetanum setti seg á Andrews Air Base, har Joe Biden, varaforseti, var og tók ímóti gestinum.
Í dag fer Jintao til Washington, har hann skal til døgurða hjá Barack Obama, forseta.
Kinesiska forsetavitjanin varir fýra dagar. Á skránni eru politiskar samrøður við amerikonsku leiðararnar og samrøður við amerikonsk vinnulívsfólk.
Eygleiðarar ivast ikki í, at Obama fer at tosa við Hu Jintao um andstøðingin Liu Xiaobo, sum fekk Nobel-friðarheiðurslønina, men sum ikki slapp til Oslo at taka ímóti henni, tí hann situr í fongsli.
Eygleiðararnir vænta eisini, at hetta málið verður nevnt, tá teir báðir forsetarnir fara at hava tíðindafund í Hvítu Húsunum.










