Kinesisk skríggj í Listaskálanum

Risastórir træskurðir, ið flenna hánisliga ella skríggja av pínu eyðkenna kynisku realismuna hjá uppreistrarsinnaða kinesiska listamanninum Fang Lijun, ið sýnir fram í Listaskálanum í næstum



Fríggjadagin letur upp ein heldur øðrvísi framsýning í Listaskálanum við risastórum træskurðum hjá kinesiska listamanninum Fang Lijun.

Stílurin hjá Fang Lijun er ógvuliga einfaldur og realistiskur, har kinesiskir figurar standa einsamallir ella eru partur av einari fjøld. Teir eru navnleysir, men við krúnrakaðum høvdum líkjast teir kinesiskum munkum ella fangum. Sjálvur hevur Fang Lijun víst á strategiska týdningin við at velja myndevnið við krúnrakaðu høvdunum sum eitt tekin um uppreistrarsinni. Hetta at traðka fram við krúnrakaðum høvdi fjalir munirnar millum einstaklingar og styrkir harvið tað kollektiva.

Trupult er at gera av, hvørt figurarnir grína hánisliga ella skríggja í pínu og vreiði, og júst tað er við til at rúnabinda tann undrandi áskoðaran. Fang Lijun finst at Kina, ið rúmar ókendar møguleikar, men er samstundis merkt av skerdum talu- og trúarfrælsi. 



Kynisk realisma

Í 1989, sama ár sum Fang Lijun varð útlærdur, tóku ógvusligir samanbrestir seg upp millum arbeiðarar, lesandi og mentafólk á aðrari síðuni og myndugleikarnar og herin á hinari síðuni á Himmalska Friðartorginum í Beijing. Fólkið mótmælti mutur og svik í kommunistisku stjórnini og kravdu broytingar til frama fyri fólkaræðnum, men ístaðin endaði stríðið við, at fleiri túsund mótmælisfólk lótu lív og mong onnur vórðu løstað. Í hesum sambandi svaraðu listafólk aftur við einum nýggjum, listarligum ráki, ið kallað var kynisk realisma, og sum á at líta var ein kensluleys lýsing av menniskjanum.

Kyniska realisman førir listina víðari, sum undir mentanarkollveltingini var tann einasta viðurkenda, har stoltir arbeiðarar ótroyttiligir líta frameftir móti heiður og æru, og samstundis ger kyniska realisman gjøldur burtur úr hesari somu listini. 



Serlig tøkni

Fang Lijun er føddur í 1963 og vaks upp undir mentanarkollveltingini. Hansara fyrsta listarliga uppliving var tann serliga kenda kinesiska propagandalistin. Tá ið hann í 1980’árunum kom inn á grafisku deildina í Listaháskúlanum í Beijing, var heimurin vorðin opnari. Fang Lijun fekk tí høvi at fara á námsferðir til Hollands, Noregs og USA. Umframt grafikkin fæst hann við málningalist, høggmyndir, tekningar og installatiónir.

Á framsýningini í Listaskálanum er dentur lagdur á risastóru træskurðirnar, sum hann síðan miðskeiðis í 90’árunum fór at arbeiða uppá. Hann hevur ment eina serliga tøkni, ið ger tað møguligt at skapa risastórar træskurðir, sum eftir asiatiskari siðvenju eru prentaðir á ovurstórar rullur og hongdir upp á veggin.

Fang Lijun er í dag millum fremstu listafólkini í kinesisku samtíðarlistini. Hansara verk eru nógv eftirspurd, og hann hevur sýnt fram á fleiri listasøvnum í Fjareystri, Evropa og USA. 




Fakta

Framsýningingin í Listaskálanum við verkum hjá Fang Lijun er fingin í lag í samstarvi við Det Danske Kulturinstitut, ið arbeiðir við at fremja býti av list og mentan millum Danmark og Kina.


Kuratorurin Zhu Huiping hevur lagt framsýningarnar og myndaskránna til rættis.


Myndaskráin telur 114 síður og er prýdd við træskurðum, málningum og installatiónum. Her fær áskoðarin eina greiða fatan av listarligu breiddini hjá Fang Lijun.


Framsýningin er opin frá 11. apríl til 1. juni 2008


Fernisering verður fríggjadagin klokkan 17