Kinesisku verksmiðjuskipini Kai Yu og Kai Li skulu fiska makrel í grønlendskum sjógvi í summar, og tey sleppa at fiska 10.000 tons í part. Tað skriva Fiskifréttir í Íslandi.
Fyrr í summar gjørdi eitt dóttirfelag hjá Royal Greenland sáttmála við tvey íslendsk skip um at fiska makrel í grønlendskum sjógvi, men tey noyddust at gevast eftir boðum frá íslendsku fiskiveiðimyndugleikunum.
Nú hevur Royal Greenland gjørt sáttmála við feløgini, sum eiga tey bæði kinesisku verksmiðjuskipini, sum eru 7.800 tons stór. Kay Yu er komið í grønlendskan sjógv, og Kai Li er á veg, skriva Fiskifréttir.