Finnland hevur váttað sítt fysta dømi um coronavirus hjá einum kinesiskum ferðafólki.
Tað sigur finski stovnurin fyri heilsu og vælferð (THL) sambært sjónvarpsstøðini Yle.
Sjúklingurin, sum er komin úr kinesiska stórbýnum Wuhan, er avbyrgdur á sentralsjúkrahúsinum í Laplandi.
– Tað var væntað, at virusið vildi koma við ferðafólki til Finlands. Vandin fyri, at virusið spreiðir seg í Finlandi, er enn ógvuliga lítil, so eingin orsøk er at óttast, sigur stjórin í THL, Mika Salminen, við Yle.
Tað er fyrsta váttaða dømi um coronavirus í Norðurlondum.
– Dømið í Laplandi er harmuligt, men var væntandi, leggur Taneli Puumalainen, stjóri á dieldini fyri smittusjúkur og koppseting, á tíðindafundi í kvøld.
– Men tað eru góð tíðindi, at ógvuliga fá smittudømi eru í øðrum liðið. Tað vísir,a t heilsuskipanin í ES-økinum neydnast við at isolera tey funnu dømini.
Tilsamans verða 15 fólk kannað fyri møgulig coronavirus í Finnlandi.
Í heimsheilsufelagsskapinum WHO skal nevndin, sum skal meta, um coronavirusið er ein altjóða heilsukreppa, hittast í morgin.
Tað upplýsir WHO sambært tíðindastovuni Reuters. Tað er triðju ferð í eina viku, at nevndin hittist. Ein talsmaður fyri WHO, Mike ryan, sigur,a t hann er »ógvuliga bergtikin av ágrýtninum hjá Kina í øllum løgum« í stríðnum ímóti coronavirus.
– Tey taka serliga stóra stig yvir fyri eini serliga stórari avbjóðing, sigur hann sambært Reuters.
Higartil eru yvir 5.900 fólk smittað bara í Kina. 132 er deyð av sjúkuni.
/ritzau/