Kinesararnir koma

Tað er ikki bara sum íleggjarar, at kinesararnir eru farnir at gera vart við seg á okkara leiðum. Tey seinastu árini eru støðugt fleiri kinesisk ferðafólk komin hendanvegin, og í Íslandi tosa tey um ein rættiligan og veksandi ferðafólkastreym úr Kina.

Ársæll Harðarson, sum er økisstjóri hjá Icelandair í Asia, væntar 12.000 kinesisk ferðafólk til Íslands í ár og 15.000 næsta ár. Tað er ein stórur vøkstur, tí í 2010 komu bara 5.000 kinesisk ferðafólk til Íslands.

Íslendski bankin Arion hevur roknað seg fram til, at útlendsk ferðafólk leggja í meðal 152.000 íslendskar krónur eftir seg í Íslandi, og er tann metingin røtt, fáa íslendingar 1,8 milliard krónur burtur úr teimum 12.000 kinesisku ferðafólkunum, sum vitja í ár, skrivar Morgunblaðið.