Kinesarar yvirtaka Volvo

Eftir samráðingar í fleiri mánaðir hevur kinesiska bilverksmiðjan Geely skrivað undir keypsavtalu um Volvo.

Kinesiski bilaframleiðarin Zhejiang Geely Holding hevur undirskrivað eina avtalu um at yvirtaka svensku Volvo persónbilarnar frá Ford. Hetta upplýsa kinesiskir fjølmiðlar sambært tíðindastovuna AFP.

Tað var í desember í fjør, at Ford boðaði frá, at Geely í Kina høvdu boðið upp á Volvo, sum Ford hevði lýst til sølu. Síðan hava samráðingar verið millum partarnar, og endaliga avtalan er nú komin upp á pláss.