Japansska løgreglan hevur tikið 14 kinesarar á einari oyggj, sum Japan og Kina stríðast um. Kinesararnir, sum eru millum 35 og 65 ár, vórðu tiknir í gjár, tá teir fóru upp á land á einari av oyggjunum, sum japanar kalla Senkaku, men sum kinesarar kalla Diaoyu. Kinesararnir komu við einum skipi, og tvey skip hjá japonsku sjóverjuni royndu at steðga tí.
Í sama viðfangi vóru níggju onnur fólk, teirra millum fleiri tíðindafólk úr Hongkong, tikin, og øll 23 vórðu flutt til oynna Okinawa. Kinesararnir vísa aftur, at teir hava brotið japonsku innferðarlógina, tí teir siga seg vera á kinesiskum øki.
Eygleiðarar hava leingi ávarað um, at ósemjan millum Japan og Kina um oyggjarnar kann enda við einum veruligum stríði. Umframt tey bæði londini krevur Taiwan ræðisrætt til oyggjarnar og havleiðinar, sum eru góð fiskileið. Harafturat verður hildið, at olja kann vera undir havbotninum við oyggjarnar.