Kinesarar stúra fyri vatnflóð

Umstøðurnar líkjast teimum, sum í 1998 kravdu 3.000 mannalív, siga kinesiskir serfrøðingar.

 

 

Kinesisku myndugleikarnir´avara nú tey, sum búgva fram við teirri stóru Yangtze-ánni. Áin, sum hevur sínar keldur í fjøllunum í Tibet, er vaksin í seinastuni, tí kavin í teimum tibetansku fjøllunum bráðnar skjótari enn vanligt. Tað gjørdi hann eisini í 1998, og tað elvdi til eina oyðandi vatnflóð, sum kostaði umleið 3.000 kinesarum lívið.

 

-Tær veðurfrøðiligu umstøðurnar í Yangtze-dalinum líkjast teimum í 1998, sigur Cai Qihua við blaðið China Daily. Hann er varastjóri á einum stovni, sum hevur eftirlit við, hvussu nógv vatn er í Yangtze.

 

Sambært China Daily hevur veturin verið óvanliga lýggjur í Kina og í Tibet, og kinesiskir veðurfrøðingar halda, at tað hevur samband við veðurfyribrigdið El Nino, sum hitar sjógvin í einum parti av Kyrrahavinum. Fyrr hava kinesisku veðurfrøðingarnir sagt, at tann óvanliga lýggi veturin er ein avleiðing av tí veksandi hitanum á Jørðini og stendst av dálking.