Í gjárkvøldið varð spakin settur í jørðina í Reykjadali, har kinesarar og íslendingar skulu byggja eina rannsóknarstøð, sum skal kanna samspælið millum jørðina og sólina og norðlýsið.
Ætlanin er, at rannsóknarstøðin skal samstarva við tilsvarandi stovnar í øðrum londum.
Tað eru íslendski stovnurin Rannsóknarmiðstöðvar Íslands (RANNÍS) og kinesiski stovnurin Polar Research Institute of China - PRIC, sum hava tikið seg saman at byggja rannsóknarstøðina. Umboð fyri kinesiska stovnin vóru í Íslandi fyri tveimum árum síðani, og partarnir samdust tá um eina samstarvsavtalu.
PRIC er almennur stovnur og partur av lærda háskúlanum í Shanghai. Stovnurin fæst millum annað við gransking á Svalbard og á Antarktis.