Kinesarar mótmæla njósning

Kinesisku myndugleikarnir eru í øðini um, at amerikonsk stríðsflogfør njósnast fram við kinesisku strondini í sundinum millum Kina og Taiwan. Sambært tíðindastovunum sendu kinesarar herfyri tvey jagaraflogfør at reka eitt amerikanskt njósnaraflogfar burtur, men amerikanska verjumálaráðið sigur, at flogferðirnar eru lógligar.

Dave Lapan, sum er talsmaður hjá amerikanska verjumálaráðnum Pentagon, sigur við AP-tíðindastovuna, at tey amerikonsku flogførini hava ikki gjørt seg inn á kinesiska loftrúmið.

-Eg kann siga so mikið, at okkara flogfør njósnast regluliga í altjóða loftrúmi, og tað er ikki óvanligt, at kinesarar royna at reka okkara flogfør burtur, sigur Dave Lapan.