Ein privat kinesisk fyritøka hevur lagt sak ímóti amerikanska forsetanum, Barack Obama, tí hann sýtti fyri at góðtaka eina ætlan um at byggja fýra vindorkuverk í statinum Oregon. Tann kinesiska fyritøkan, sum eitur Ralls Corp., hevði fingið arbeiðið at byggja orkuverkini, men í síðstu viku steðgaði forsetin verkætlanini.
Grundgevingin hjá Hvítu Húsunum var, at tað var vandi fyri, at tað kinesiska felagið fór at brúka eina framferð, sum ger landsins trygd veikari. Men hesa frágreiðingina vil tann kinesiska fyritøkan ikki góðtaka, og hon heldur eisini uppá, at forsetin kann ikki prógva sína grundgeving.
Í stevningini sigur Ralls Corp., at fyritøkan vil hava rættin at viðurkenna, at Barack Obama hevur virkað ímóti galdandi lóg.