Kinesarar krevja umbering

Sambært einari kinesiskari meiningakanning er tað ikki bara leiðslan í Kina, sum er misnøgd við avgerðina hjá norsku Nobel-nevndini at lata andstøðinginum Liu Xiabo ársins friðarheiðursløn.

Meiningakanningin, sum stendur í kinesiska blaðnum Global Times í dag, vísir, at 43,6 prosent av kinesarunum halda, at avgerðin hjá Nobel-nevndini er ein roynd at leggja trýst á Kina fyri at fáa landið at góðtaka ta politisku skipanina í Vesturheiminum.

58,6 prosent av teimum spurdu siga, at nevndin eigur at ógilda avgerð sína og at biðja kinesiska fólkið um umbering.

Í kanningini eru fólk eisini spurd um Liu Xiaobo, sum hevur fingið 11 ára fongsul fyri landsfíggindaligt virksemi. 50 prosent av teimum spurdu siga at hann eigur at sita allan dómin, 17,3 prosent halda, at hann eigur bara at sita ein part av tíðini, og 9 prosent siga, at hann eigur at sleppa leysur, so hann kann sleppa til Noregs at taka ímóti heiðurslønini.