Kinesarar keypt Saab

Eftir at Saab verksmiðjan hevur ligið still í umleið eitt hálvt ár, hava tvær kinesiskar fyritøkur keypt verksmiðjuna. Nú eiga kinesarar báðar tær svensku persónbilaverksmiðjurnar, Saab og Volvo

Kinesisku fyritøkurnar Pang Da Automobile og Zhejiang Youngman Lotus Automobile hava keypt svensku Saab bilverksmiðjuna fyri 745 milliónir krónur, eftir at verksmiðjan í Trollhättan hevur ligið still síðan mai 2011.


Málið hjá nýggju eigarunum er at selja millum 35.000 og 55.000 bilar í 2012 og millum 75.000 og 85.000 bilar í 2013. Upp á longri sikt er ætlanin at selja millum 185.000 og 205.000 bilar um árið, har umleið 65 prosent skulu seljast á marknaðum sum Russlandi og Kina. Ætlanin er, at Saab skal geva yvirskot í 2014.