Kinesarar keypa Saab

Eftir at samráðingarnar millum General Motors og Koenigsegg í Svøríki um sølu av Saab endaðu úrslitaleysar, eru General Motors og kinesiska bilverksmiðjan Beijing Automotive Industry Holding Co (BAIC) nú lidnar við sínar samráðingarnar um keyp av Saab, og ein avtala er komin í lag millum partarnar.

Avtalan gongur m.a. út upp á at BAIC hava fingið rættin til víðari framleiðslu av núverandi Saab 9-3 og 9-5 saman við framleiðslutólum, og at framleiðslutólini til tann nýggja Saab 9-5 verða flutt til Kina, eins og Saab fara at samstarva við BAIC um komandi bilmodell frá BAIC, verður sagt í eini felags fráboðan frá General Motors og Beijing Automotive Industry Holding.


Saab stjórin Jan Åke Jonsson sigur, at avtalan er góð fyri báðar partar, bæði í dag og í framtíðini.

Vit fara t.d. at síggja at teknologi frá Saab í bilum hjá BAIC.


Kelda: motormagasinet.dk