Eftir at marknaðurin í Kina lat upp aftur fyri laksi úr Norra, er áhugin úr Kina øktur at gera íløgur í norskar fyritøkur.
Serliga eru tað størri fyritøkur, ið eru skrásettar á keypsskálanum í Oslo sum eru áhugaverdar. Millum annað stórar alifyritøkur sum Bakkafrost.
Tað skrivar norska heimasíðan ilaks.no.
Norskir greinarar meta, at fyrstu íløgurnar verða gjørdar longu í ár, tí tað er longu ein størri áhugi í partabrøvunum.
Marknaðurin fyri norskum vørum í Kina hevur annars verið stongdu síðan 2010, tá kinesiski andstøðingurin Liu Xiaobo fekk friðarheiðursløn Nobels. Norski forsætismálaráðkvinnan, Erna Solberg, var í Kina í ár, har hon millum annað hevði fundir við forsetan Xi Jinping. Úrslitið var, at marknaðurin lat upp aftur fyri innflutningi úr Norra.









