Í dag kom kinesiski forsetin, Xi Jinping, til Kambodja á vitjan.
Orsakað av methøgu tollunum í USA, ynskir kinesiski forsetin at styrkja handilssambondini í millum londini har eysturi.
Fyri vitjanina í Kambodja, hevur Xi Jinping eisini verið í Vietnam og Malaysia í somu ørindum.
Í høvuðssstaðnum í Kambodja, Phnom Penh, tóku tey ímóti kinesiska leiðaranum, sum varð boðin at vera vælkomin.
Tað var landsins kongur, Norodom Sihamoni, sum tók ímóti Xi Jinping, undir einum hernaðarligum hátíðarhaldi.
Hetta veit tíðindastovan NTB at siga í morgun, og tað er NRK - norska kringvarpið - sum endurgevur.
##med2##