Stjórnin í Kina hevur hækkað markið fyri, hvussu stórar íløgur útlendskir bankar og fíggjarstovnar kunnu gera á tí kinesiska kapitalmarknaðinum. Frammanundan kundu útlendskir fíggjarstovnar gera íløgur fyri í mesta lagi 30 milliardir dollarar, men nú er hámarkið sett til 80 milliardir dollarar, skrivar Financial Times.
Sambært blaðnum er avgerðin ein roynd hjá kinesisku leiðsluni at altjóðagera tað kinesiska gjaldoyrað, yuan, so tað kann kappast við amerikanska dollaran og evruna sum altjóða gjaldoyra.
Samstundis vónar stjórnin í Beijing, at tær broyttu reglurnar fara at blása nýtt lív í tey kinesisku partabrøvini, sum høvdu eitt sera vánaligt ár í fjør, skrivar Financial Times.










