Kinesarar duga væl at spæla badminton, og teir gjørdu eisini bart í HM-finaluni fyri lið, sum varð spæld um vikuskiftið. Kina spældi ímóti Indonesia og vann finaluna sannførandi 3-0. Spælt var best av fimm, og seinasti dysturin skuldi verða millum olympiska meistaran úr Indonesia og heimsmeistaran úr Kina, men hesin dysturin varð av ongum, tí Kina var tríggjar teir fyrstu dystirnar, og so var avgerðin í dystinum fallin.